Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Seinnu árini eru alsamt fleiri farin at ganga í fjøllunum, bæði eftir gomlum bygdagøtum og eisini á nýggjum leiðum, ið millum annað ferðavinnan hevur varpað ljós á.

Tað er gleðiligt, at fleiri njóta okkara vøkru náttúru. Tó hevur økta gongdin havt við sær, at ávís støð eru slitin av nógvu fetunum. Summastaðni er avleiðingin, at gongdin er vorðin hættisligari, og aðrastaðni, at lendið verður skemt við runutum lendi og nýggjum rásum. Tá er neyðugt at væla um og í summum førum at gera eina betri hagagøtu at ganga á.

“At gera gøtur er týðandi amboð, tá ferðslan í náttúruni skal skipast,” sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. “Tað er neyðugt at ferðandi, føroyingar eins væl og útlendingar, vita, hvar rætta leiðin liggur. Við góðum gøtum verða fólk leidd tann vegin, tey eiga at fara, og øki, ið helst skulu hava frið, verða vard. Tí hava vit tikið stig til at gera eina handbók um gøtubygging, ið tekur støði í føroyskum viðurskiftum.”

Kring landið eru fleiri royndir gjørdar at umvæla og leggja nýggjar gøtur. Summastaðni eru verkætlanirnar væl eydnaðar, men nógv dømi eru eisini um gøtuloysnir, ið ikki hava roynst væl. Ofta síggjast óhepnar ella skemmandi gøtuloysnir, tí neyðug atlit ikki eru tikið til kringliggjandi lendið, ella tí arbeiðshátturin ella tilfarið ikki hevur verið tað rætta.

At leggja góðar hagagøtur er handverk sum øll onnur bygging, ið krevur umhugsni, vitan og góða fyrireiking. Oftast eru tað somu aðalreglur, sum vórðu brúktar upprunaliga, til dømis tá ið bygdagøturnar vórðu lagdar, ið framvegis eru galdandi.

Hetta er vitan og førleikar, sum í stóran mun eru horvin, tí tørvur ikki hevur verið á at halda gomlu farleiðirnar. Sostatt er neyðugt at fáa gamla handverkið at gera eina góða hagagøtu

fram aftur. Eisini er tørvur á at menna heilt nýggjar førleikar og handverk, tí upprunaligu bygdagøturnar vóru ikki gjørdar til tann tørv og ta nýtslu, sum vit síggja í dag. Í fleiri førum er neyðugt at leggja aðrar gøtur, ið tola meiri.

Endamálið við handbókini er at geva fólki og myndugleikum, sum hava áhuga fyri at gera og halda fjallagøtur, nøkur amboð til at skipa arbeiðið eftir, og at vísa arbeiðslag, sum kann gera sterkar gøtur, sum halda, og sum í tilfari og útsjónd samljóða við lendið. Ein felags gøtuloysn kann byrgja fyri tí ávirkan, ið nógv gongd hevur á landslagið og tryggja, at neyðugt fyrilit verður havt fyri náttúruni, har gøtur verða lagdar.

Aðalreglurnar taka støði í gomlum føroyskum siði, og royndir og arbeiðsgongdir, sum verða brúktar í grannalondum okkara, eru nýttar.

Handbókin er vegleiðandi og ætlað sum íblástur til tað arbeiðið, ið fer at verða gjørt.

Menningardeildin á Visit Faroe Islands hevur tikið stig til og samskipað arbeiðið at gera handbókina í samstarvi við áhugapartar í Føroyum.

Tey, ið hava mannað arbeiðsbólkin, eru:

• Michael Jacobæus, landslagsarkitektur (tekstur og myndlýsingar)

• Hans Hjalti Skaale, býargartnari

• Magnus Gaard, plantufrøðingur

• Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni

• Rakul Árnadóttir Jakobsen, landslagsarkitektur

• Justinus Eidesgaard, gøtubyggjari

• Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á VFI (ritstjórn og samskipan)

Handbókin er send viðkomandi áhugapørtum í Føroyum og talgilt eintak av handbókini er tøkt hjá øllum at taka niður her. Eisini ber til at venda sær til Visit Faroe Islands, um ein ynskir at fáa prentað eintak av útgávuni.  

Handbókin verður løgd fram í nærmastu framtíð. Meira kunning kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo