Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eg brúkti størsta partin av mínari PhD verkætlan at kanna skúgvin í Skúvoy í 2012-14, og kom tá til at stovnurin í Skúvoy var áleið 150 pør (Sí PhD ritgerð her: https://theses.gla.ac.uk/8649/), sigur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, sum má sigast at vera serkønur, tá ið talan er um skúgv.

VP setti seg í samband við Sjúrður Hammer av støðuni sum er júst nú, har skúgvurin sær út til at vera hóttur av fuglakrími.

Sjúrður Hammer sigur, at hann í 2013 metti skúgvastovnin í Føroyum at vera um 6-800 pør, og hann var tá í vøkstri.

- Eg hugsi at hetta var helst nakað undirmett og tað er væl hugsandi at føroyski stovnurin táttaði í áleið 800-1000 pør fyri nøkrum árum síðani.

Sjúrður Hammer sigur, at tað eru serliga trý stór skúgvabøli í Føroyum við yvir 100 pørum, tað er Skúvoy, Svínaskoradalur (norðanfyri Saksun), og Svínoy.

- Nú tað eru góðar ábendingar um at skúgvastovnurin hevur fingið eitt ordans bakkast, so haldi eg, at man átti at kunnað tosa um at frija skúgvin í eitt ávíst áramál.

- Poul Osmund nevndi at stovnurin er kanska 20% av tí sum hann var fyri fáum árum síðani, og tað hugsi eg ikki er langt av leið.

- Í Orknoyggjum hava tey bert talt ein triðing av skúgvunum. sum vóru har síðsta ár, so heimsstovnurin hevur uttan iva fingið eitt ordans bakkast, sigur Sjúrður Hammer.

Lívfrøðingurin sigur, at tað er ikki heilt fremmant at man í Føroyum kann friða ein fuglastovn um hann er hóttur.

- Tað gjørdi man til dømir fyrst í 20. øld, tá ið skúgvastovnurin var týndur niður til at bert fýra pør vóru eftir.

- Føroyar er einasta land í heiminum, har man ótálmað kann skjóta skúgv, og eg haldi ikki tað er ein tíðarhóskandi hugburður fyri eitt framkomið samfelag at allur rovfuglur ella ræðfuglur skal týnast, bara tí at teir liva sum teir eru skaptir, sigur Sjúrður Hammer.

- Men tað hevur ofta verið tosað um at endurskoða fuglaveiðulógina, men tað er framvegis ikki gjørt.

- Tað er eisini stórt spell at náttúruverndarlógin ikki bleiv fingin gjøgnum tingið, tí hon hevði staðfest at slík veiða skal verða burðardygg, sigur Sjúrður Hammer at enda í viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo