Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danska rættarsamfelagið, sum tað føroyska er partur av, er heimsins besta, sigur felagsskapurin World Justice Project í síni ársligu frágreiðing, har 139 lond verða viðgjørd í einum "Rule of Law Index". Men tað er onki nýtt, tí tað er sjeynda árið á rað, at Danmark fær heiðurin, skrivar danska Domstolsstyrelsen í tíðindaskrivi.

Parametur sum grundleggjandi rættindi, onki mutur og borgarligur rættur verða máld og vigað og í fimm av átta parametrum fær Danmark besta skotsmálið. Hini norðurlondini koma í hølunum á Danmark.

Í hinum endanum finna vit lond sum Venesuela, Demokratiska lýðveldi Kongo og Kambodja. Samlaða sæð er rættartrygdin í heiminum eisini versnað, tí 74,2 prosent av londunum hava fingið verri rættartrygd ímóti 25,8 prosentum har bøtt er um rættartrygdina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo