Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Banki: Í tíðindaskrivi í dag boðar fútin frá, at kanningin av skattamálinum hjá Betri Banka steðgar. Fútin fer tí ikki víðari við skattamálinum, og grundarlag er ikki fyri at reisa ákæru ímóti Betri Banka.

- Vit eru fegin um avgerðina hjá fútanum. Hon staðfestir, at Betri Banki hevur ikki gjørt nakað revsivert í sambandi við skattamálið. Tað er gott at leggja hetta málið aftur um okkum, tí hetta hevur verið ein drúgv tilgongd. Nú kunnu okkara starvsfólk fáa arbeiðsfrið og hyggja frameftir, sigur Flemming Nielsen, nevndarformaður í Betri Banka.

Les eisini:

Løgreglan steðgar kanningini av møguligum skattasviki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo