Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Degi og Viku í kvøld, vísti landslæknin á týdningin av, at økt verður um kapasitetin at pota innlendis, nú Omikron av álvara er farin at gera um seg. Men, sum er, hevur sjúkrahúsverkið ikki starvsfólkaorkuna til at økja um potingarkapasitetin. Men starvsfólkaorkuna hava vit.

Eftir at hava heitt á landsmyndugleikarnar, løgtings- og landsstýrisfólk v.m. í fleiri umførum, tóku vit í Vága kommunu sakina í egnar hendur, og saman við Sørvágs kommunu, við leiðbeining frá sjúkrahúsverkinum, gjørdu vit okkara egnu lokalu potingarstøð í Vágum.

Í Vágum eru vit so vælsignaði, at vit eiga nógv dugnalig fólk, eisini við royndum á økinum, og tí kundu vit eftir lítlari løtu fara í gongd. Men fíggjarligu ábyrgdina av potingini, hava Sørvágs kommuna og Vága kommuna borðið einsamallar. Sum er, pota vit 2 til 3 ferðir um vikuna, onkuntíð 4 ferðir. Umframt at vit hava verið inni í Sundalagnum, inni á skúlum og í barnagørðum, hetta fyri at samfelagið ótarnað skal kunna halda fram, so ómakaleyst sum gjørligt.

Vit hava heilt víst gjørt okkara samfelagsskyldu, og hildið smittuspjæðingini niðri í Vágum, sum okkara borgarar sjálvir hava goldið fyri, og hava vit valt tað sjálvi. Samstundis hava vit spart landinum fyri hesa útreiðslu, tí tey skuldu potast óansæð.

Um tað, at okkara borgarar hava so lætta atgongd at sleppa framat eini potingarstøð er orsøkin til lágu smittutølini í Vágum, skal eg lata standa ósvarað. Men higartil hava vit gjørt umleið 7600 potingar, og liggja í løtuni við lægsta smittu % í landinum.

Vit vilja vísa á, at um heitt verður á okkum um at lata upp fyri at pota borgarar úr øllum landinum, so kunnu vit uppá onga tíð vera til reiðar við okkara dugnaliga toymi, allar dagar í vikuni, um tørvur er á tí – um landið vil gjalda fyri tað her vesturi eisini.

Bjarni Prior,
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo