Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Washington er politiovastin Steve Mylett farin niður á knøini at tosa við mótmælisfólkini.

Í Washington er politiovastin Steve Mylett farin niður á knøini at tosa við mótmælisfólkini.

Í fleiri býum í USA hava politistarnir, sum eru sendir út á gøturnar at sissa og um neyðugt handtaka mótmælisfólk, tikið annað skinn um bak, og teir gera nú alt fyri at vísa, at teir taka frástøðu frá politiharðskapi og eru í parti við mótmælisfólkunum.

##med2##

Alt fleiri myndir síggjast á sosialu miðlunum av politistum, sum fara niður á knæ fyri at vísa virðing og heita samstundis á fólk um at sissa seg.

- Vit eru als ikki ósamd við tykkum. Meiningsleysur harðskapur má enda, segði Chris Swanson, sum er politiovasti í býnum Flint í Michigan. Tað var týðuligt, at mannamúgvan fegnaðist og lurtaði eftir honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo