Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Degi og viku í gjár bar stjórin á lønardeildini enn einaferð fram, at Fíggjarmálaráðið ikki ynskir at rætta skeivleikan í lønarlagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum samanborið við aðrar fakbólkar við sama útbúgvingarstøði og somu ábyrgd.

Skeivleikin í lønarlagnum gongur minst 50 ár aftur, og hann skal burtur, fyri at yrkið eisini framyvir skal vera áhugavert at starvast í. Vit hava í fleiri ár sæð, at sjúkrarøktarfrøðingar finna sær størv uttanlands ella velja starvið heilt frá, við tí avleiðing, at føroyska sjúkrarøktin manglar hendur.

Vit kunnu ikki sum yrkisfelag góðtaka hesa gongdina, og undrast á, at Fíggjarmálaráðið ongan áhuga hevur í at loysa hesa hóttan móti føroysku fólkaheilsuni.

Tìðin er komin, at skeivleikin verður rættaður. Vit eru greiðar yvir, at hetta ikki verður gjørt eftir einum degi, ella eftir einari lønarsamráðing.

Men Fíggjarmálaráðið má venja seg við, at skeivleikin skal minka í hvørjari samráðing, til hann er heilt burtur.  Tí kunnu undanførslur, um at vit fingu meira enn hini seinast hvørki brúkast ella góðtakast. 

FELAGIÐ FØROYSKIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo