Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið. 

Ístaðin fyri eitt flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini. 

Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá. 

Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir!

Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fáast. 

Og hvar er borgarstjórin í hesum?

Hví søgdu tit nei til tunnilsgrótið? 

Ein so stór, dýr og dálkandi avleiðing og framtíðar inntøkumissur fyri kommununa eigur ikki at fara framvið borðinum, uttan at borgarin fær svar - og serliga ikki nú val stendur fyri framan. 

Sum partur av vinnunevndini og býráðnum vóru vit ikki hoyrd ella tikin við, nú vil eg fegin vita! 

Sum andstøða royndu vit at fáa málið fyri aftur nevnd. 

Eg havi í fleiri greinum gjørt varug við støðuna og skilið. Tíverri varð ikki lurtað á røttum stað, tað talaðist ikki við. 

10. november verður býráðsval og tá kann borgarin gera sína ávirkan galdandi, og sostatt tryggja, at líknandi ikki hendir aftur. 

Bjørg Dam 

Lesið greinarnar her:

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM - Les her

Tórshavnar býráð: lorkað milliónavirðir burtur - Les her

Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu - Les her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo