Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarar og felagið Heimafriður krevja ikki fultkomið ljóðloysi í samfelagnum, soleiðis sum Torbjørn Jacobsen fær tað at ljóða. Tað einasta vit krevja er frið og hvíld í egnum heimi.

Í innslagi í gjárkvøldið um klagur frá borgarum um larm frá skipum kom borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, við fleiri útsøgnum, sum vísa, at hann hvørki hevur sett seg inn í málið ella hevur virðing fyri borgarunum í sínari egnu kommunu.

Eitt nú segði Torbjørn Jacobesen soleiðis: ”…At um mann kann vænta tað, at man í einum livandi samfelagi ikki skal hoyra nakað ljóð, - soleiðis verður tað ongantíð…tað vóni eg ikki, tí so er tað tekin uppá afturgongd.”

Felagið Heimafriður vil gera heilt greitt, at tað er ikki skipalarmi sum heild og ljóði frá vanligum virksemi, ið klagað verður um. Talan er um ristingar og óvanliga nógvan gang frá einstøkum skipum.

Lítisvirðing
Hjá fólki, sum fáa fortreð í eygu og lungu av tungoljuroyki, var tað hugstoytandi at hoyra borgarstjóran siga, at tey yvirdríva, og at trupulleikin bara er, tá skipini fara frá kei.

Tað er nógv fyri at hoyra mannin, sum bjóðar seg fram at stýra kommununi, leggja so lítið í, at borgarar í hansara kommunu, har í millum børn, skulu noyðast at anda skaðiligan royk í seg nærum hvønn einasta dag.

Heldur ikki vísir borgarstjórin stórvegis virðing fyri sínum borgarum, tá hann sigur, at fólk sjálvi hava valt at búgva við havnalagi. Til tað vil Heimafriður vísa á, at tað er kommunan, sum gevur byggiloyvir og avgerð, hvar bústaðar- og ídnaðarøkini skulu vera. Ábyrgdin liggur tí hjá kommununi og ikki hjá einstaka borgaranum.

Støðan versnar
Víðari segði Torbjørn Jacobsen, at kommunan fær gjørt nakað við tað, sum kært verður um, og hann sigur, at tað ger kommunan hvønn tann einasta dag.

Um tað er rætt, at Runavíkar kommuna hvønn einasta dag ger nakað við trupulleikan, hvussu ber tað so til, at borgarar, sum hava kært sína neyð í 10 ár bara síggja, at óskilið við ljóð- og luftdálkan bara versnar? 

Síðani felagið Heimafriður varð stovnað fyri fimm mánaðum síðani, hava fólk afturvendandi kært sína neyð til felagið. Tey hava tað so ringt av gangi og ringari luft, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi.

Ivasom tøl
Torbjørn Jacobsen segði eisini, at hann metir tað vera ov dýrt at gera íløgu í landstreym. - Skal mann hava landstreym til øll skipini, sum liggja í Runavík, er tað ein íløga uppá 150-200 mio krónur, heldur hann uppá.

So stórar upphæddir samsvara ikki við tað, sum Felagið Heimafriður hevur fingið upplýst frá serkønum innan økið. Tá tosa verður um 200 milliónir krónur, kann hugsast, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, leggur upp til at streymur skal veitast stórum ferðamannaskipum. Til tað er at siga at klagað hevur ikki verið um ferðamannaskip, men um einstøk fiskiskip, frystiskip og handilsskip.

Trupulleikin sum Heimafriður vísur á kann loysast við íblástri frá Båtsford í Noregi. Tí fyri 28 milliónir norskar krónir hevur jyska fyritøkan PowerCon, ið veitir landsteymsloysnir, latið landstreymsanlegg, sum kann geva streym til 40 skip í senn. Ein slík eingangsíløga fer at vera góð fyri borgarar, samstundis sum kommunan fær eina varandi eyka inntøkukeldu, í og við at skipini fara at gjalda fyri landstreym við føroyskari orku.

Tað er undrunarsamt, at borgarstjórin upplýsur ein prís, sum er meiri enn 10 ferðir dýrari enn loysnin í Båtsfjord. Sostatt kann sigast, at um ein tílík loysn kostar 200 milliónir krónur í Føroyum, kann tað setast spurnartekin við útsagnirnar hjá borgarstjóranum.

Er tað sannlíkt, at trupulleikin í Runavíkar kommunu er 10 ferðir størri enn tann í Båtsfjord í Noregi?

Slóð til grein í Nordjyske: ”Hadsund-anlæg sikrer grøn strøm til skibe” - trýst her

Felagið Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo