Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havnará verður latin upp frá Sverrisgøtu, millum gamla Sparikassan og gamla Telefonverkið og oman í Tinghúsvegin. Býráðið og privatfólk hava tikið stig til ymiskt munagott fyri trivnaðin í miðbýnum. Nú eigur Havnará tørn.

Tosar man við fólk á gøtuni, er ongin ivi: Fá Havnará framaftur og latið okkum hoyra áartutlið aftur. Søtur musikkur í okkara oyrum.

Nakað herfyri prátaðu vit við nakrar danir. Tann eini arbeiddi dagliga við at pynta áir, standmyndir v.m. Hann var rættiliga hugtikin av gomlum myndum úr miðbýnum.

Tá ið fryntligi danin sá ánna við Niels Finsens gøtu, har Býarsavnið helt til, og hann fekk at vita, at áin rann allan vegin oman gjøgnum miðbýin og út á sjógv, skilti hann onki: “Det, vi ser, er vidunderligt. Tænk at byen har en naturlig å med ørred, fugle og andet levende, som løber gennem byens midte”.

Hann sá eisini hópin av vøkrum myndum av Vaglinum, m.a. ólavsøkumyndir við tiltikna bátinum flótandi í ánni. Hann stóð bara spyrjandi: “Byens midte må da ha’ været et rent paradis dengang”.

Miðbýurin skal aftur verða eitt paradís. Vit lata Havnará uppaftur.

Birgar Johannesen og Høgni Reistrup

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo