Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Árni Dam, heiðurskonsul, á Facebook: Vit liva í tíðum har okkara vinnulív hevur søguliga stórar avbjóðingar. Avbjóðingar, ið koma at ávirka alt okkara samfelag, tá veruleikin rakar okkara landskassa, og tað verður skjótt.

Tí er tað serliga hugstoytt at síggja, at forkvinnan fyri Heimafrið, væl hjálpt av Kringvarpinum og øðrum miðlum, kastar okkara fyritøkum fótonglar.

Tá skipið M.V. Arctica í síðstu viku bleiv burturvíst av Vestmanna Havn, brúkti Tina Eysturoy málið í síni herferð móti havnarløgum.

Hóast bæði Runavíkar Havn og Klaksvíkar Havn, frammanundan hava forbjóðað hesum serliga illa larmandi skipi og tess líku, at leggja at við bryggju, so brúkti forkvinnan hetta skip, sum dømi um, at Vestmanna kommuna var einsamøll at taka larm í álvara.

Hon skuldi heldur lagt eftir umboðinum hjá M.V. Arctica, Faroe Ship (Eimskip), ið sendi skipið til Vestmannar, eftir at hinar kommunar høvdu avvíst tað.

Men forkvinnan ákærir í staðin hinar kommunurnar fyri at kasta bóltin víðari til landsstýri, og einki gera við larmin.

Hetta er beinleiðis ósatt, og tað vísir, at felagið Heimafriður ikki ræðist at brúka skitin knep. Knep, sum í síðsta enda, kunnu koma at kosta okkara vinnulívi dýrt.

At Kringvarpið, hóast áheitanir, ikki hevur rættað ákæruna hjá Trinu Eysturoy, ger stovnin samsekan.

Tí man nýtist ikki at vera sjómaður fyri at vita, at ein still havn er ein deyð havn, og ein fiskivinnutjóð kann ikki liva av deyðum havnum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo