Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gomlum døgum høvdu vit ommur og abbar tætt at familjuni.

Nútímans samfelagið sær heilt øðrvísi út.

Tætta sambandið millum okkara børn og tey eldru hvørvur meira og meira og tað er spell.

Tey eldru hava eitt hav av lívsroyndum og søgum at geva okkara børnum. Og tey elska at vera um børn.

Vit eiga at endurskapa sambandið millum børn og tey eldru við at byggja ellisheim og ansingarstovnar saman, so báðir samfelagsbólkar kunna fáa gleði av hvør øðrum.

Ein slíkur felagsskapur skal hava námsfrøðilig og heilsufaklig starvsfólk, har tey eta saman, íðka ítrótt saman, syngja og gera alskyns ítriv saman.

Tað er fyri meg eitt meiningsfult hjartamál.

Kanst tú hjálpa mær á mál við at seta x við Michel Nielsen á Lista A?

Í Danmark hava royndir verið gjørdar við hesum, ið hava givið sera góð úrslit. Vejle Kommune hevur sett 237 mió. kr. av til at byggja ellisheim og ansingarstovnar saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo