Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Allar Føroyar hava staðið saman í stríðnum móti korona, tíbetur. Men tað er í slíkum førum, at vit mugu vera varin, og ikki leypa á bláman.

Løgtingið er evsta vald, og beinleiðis umboð hjá Føroya fólki. Tí eigur Løgtingið eisini at sleppa at viðgera tiltøk, ið verða sett í verk.

Tá hjálparpakkin varð samtyktur í farnu viku, var onki orðaskifti í Løgtinginum, tingfólk sluppu ikki at viðmerkja ella spyrja, og at kalla ongin nevndarviðgerð var.

Løgtingslimir, sum ikki vóru framsøgufólk, sluppu ikki inn í tingsalin, og sluppu ikki at taka orðið. Framsøgufólkini fingu tveir minuttir hvør at viðgera mál, ið kanska fara at kosta fleiri hundrað milliónir krónir.

At løgtingslimir ikki sleppa inn í tingsalin, og at Løgtingið ikki sleppur at hava orðaskifti um so umráðandi mál er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt.

Ja, eg veit, at talan er um eina bráfeingis støðu, og okkurt skal gerast beinavegin. Men so frægt álit mugu vit hava á tinglimum, at tey ikki gera sær dælt av støðuni, men at tey duga at halda seg til málini.

Vit skulu ikki gloyma, at tað er Føroya fólk, ið ræður í Føroyum, og at Føroya fólk hevur valt 33 fólk í Løgtingið at stýra. Løgtingslimir mugu tí sleppa at seta spurningar, tí tað snýr seg um trygdina og rættindini hjá fólkinum. Vit mugu jú tryggja, at avgerðirnar verða so rættar, sum til ber í slíkum krepputíðum.

At øll tingfólk ikki møta er í lagi, tí tingið skal jú vera ført at stýra, um onkur tinglimur gerst sjúkur.

Løgmaður skal hava takk fyri tað, ið hann gera í hesum døgum. Uppgávan er ikki løtt.

Beinta Løwe,
tingkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo