Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Av tí at ongar nýggjar kanningar eru av arbeiðsumhvørvinum, vita vit ikki við vissu neyvt, hvussu støðan viðvíkjandi sálarliga arbeiðsumhvørvinum er í skúlaverkinum. Ein ábending kann vera talið á lærarum, sum venda tær til Lærarafelagið við fyrispurningum í kjalarvørrinum á sjúkramelding, ið er orsakað av strongd ella øðrum, sum hevur verið sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera. Í langa tíð hevur tað verið vanligt, at lærarar venda sær til Lærarafelagið eftir hjálp.

- Uttan kanningar og hagtøl verður tað bara gitingar og metingar, og tí kunnu vit heldur ikki siga, um støðan er frægari ella verri samanborið við, hvussu hon hevur verið, men eg kann í øllum førum siga, at vit javnan fáa fyrispurningar frá lærarum, sum eru sjúkrameldaðir og sum ikki orka meiri. Hetta eru lærarar, sum fara styttri ella longri tíð úr arbeiði orsakað av sálarligum ávum. Eisini lærarar, sum fara úr starvi orsakað av strongd, har sálarliga arbeiðsumhvørvið er orsøkin. Vit vita ikki altíð nóg væl, hvørjar orsøkirnar til sjúkrameldingarnar eru, tí ongar kanningar verða gjørdar, men í fleiri førum er talan um sjúkrameldingar, sum eru tengdar at arbeiðsplássinum, og vit vita.

- Í Lærarafelagnum síggja vit avleiðingarnar av, at skúlaverkið ikki hevur dugað nóg væl at arbeiða við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki hevur verið raðfest nóg høgt. Tað er sera harmiligt, at skúlarnir ikki boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá, tá ið lærari verður sjúkrameldaður ella arbeiðsskaðum yvirhøvur; hvørki tá ið talan er um skaðar, ið koma av fysiska ella sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Vit kunnu ikki siga, at av tí, at ongar fráboðanir eru um arbeiðsskaðar, so er støðan góð, tí tað vita vit, at hon ikki er í øllum førum.

Tað kann standa nógv á lærarum, áðrenn teir fara til lækna og verða sjúkrameldaðir av strongd; í summum førum bíða lærarar ov leingi, áðrenn teir mugu geva skarvin yvir og biðja um hjálp.

- Vit mugu onkursvegna læra okkum at duga betur at tala at, tá ið arbeiðsumhvørvið ikki er nøktandi ella nóg gott. Lærarar eiga ikki at lata sær lynda at arbeiða í einum vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Tað krevur tó, at títt arbeiðspláss onkursvegna góðtekur, at tað er í lagi at siga frá. Hetta er ein mentan, sum vit mugu menna, og tilgongdin er farin í gongd. Lærarar arbeiða saman um flokkar og næmingar, og tað skapar gróðrarbotn fyri einum felagsskapi og felags ábyrgd fyri umstøðunum hjá bólkinum og einstaka læraranum, men tað er ikki nóg mikið, tí tað er skúlaleiðarin, sum hevur ábyrgdina av arbeiðsumhvørvinum hjá einstaka læraranum, og tað er hann, sum eigur at ganga á odda at skipa skúlan soleiðis, at arbeiðsumhvørvið hjá lærarunum er trygt, eisini tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, og at tað er í lagi at siga frá, tá ið okkurt krevur bata. Sambandið millum skúlaleiðaran og einstaka læraran er avgerandi fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Tað er ikki long tíð síðan, at arbeiðsskaði, sum er komin av sálarligum arbeiðsumstøðum, er góðkendur sum arbeiðsskaði í lógarverkinum. Enn eru fá dømi um slíkar skaðar; ikki tí, at teir ikki henda, men meiri tí, at siðvenja ikki hevur verið at boða frá og skráseta teir á røttum stað.

Les samrøðu við Jacob Eli S. Olsen um týdningin av sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlanum í Skúlablað nr 3, 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo