Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 30. januar verður skipað fyri triðja temakvøldinum, har evnið pædofili verður viðgjørt. Hesaferð er evnið: Vit mugu tora at tosa um viðgerðina, prosessina og tey avvarðandi. 

Hetta kvøldið fer Turið Horn, námsfrøðingur og psykoterapeutur, at halda fyrilesturin við heitinum: Mamma eg eri blivin misbrúkt av abba - Hvat ger tad við familjuna og hvønn tørv hevur man sum familja eftir avdúking av kynsligari misnýtslu.

Umboð frá løgregluni fara at greiða frá hvussu løgreglan arbeiðir við málum um kynsligan ágang móti børnum og Gvøðbjørg West frá KRIS fer at tosa um hvussu kann lívið vera eftir kynsligan ágang?

At enda leiðir sálarfrøðingur Maibritt Højgaard frá bituff kjak, har høvi verður at seta spurningar og tosa um, hvussu vit sum borgarar á besta hátt kunnu handfara kynsligan ágang móti børnum.

Endamálið við temakvøldunum um pædofili, er at upplýsa og læra um eitt evnið, sum er eitt stórt tabu í flest øllum samfeløgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo