Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sambært Hagstovuni eru uml. 2900 fólk eldri enn 67 ár í Tórshavnar kommunu, áleið helvtin er eldri enn 75 ár. Av hesum borgarum eru nøkur, ið eru einsamøll, og til tíðir hava tørv á sosialum felagsskapi. Mangan verður eisini sagt og skriva, um at víðka dag virksemini, ið verða fyriskipaði til hetta ættarliðið, hetta vil eg gera nakað við.

Flestu børnini í innskúlingaraldri, fara í frítíðarskúla eftir loknan skúladag. Frítíðarskúlarnir eru tí - í ávísum tíðspunktum tómir, og tí er nærliggjandi at bjóða hesum aldrandi ættarliðið skipaði viðurskifti í nevndu hølum, ið kommunan eigur frammanundan.

Tað eru møguleikar at samskipa virksemi, at bæði námsfrøðilig starvsfólk og yrkisfólk í heilsu- og umsorganartænastuni, kundu verið saman børnum og eldri samstundis, soleiðis at ymiskleiki og fjølbroytni kundi mynda løtuna saman. Umhvørvið skal verða hugnaligt og møguleiki skal verða fyri felags upplivingum.

Hetta kann setast í verk beinanvegin, og kostnaðurin er ikki høgur. Hetta er ein íløga í bæði ættarliðini.

Um mær verður víst álit á býráðsvalinum 10. nov. 2020, vil eg arbeiða víðari við hesum og seta hetta í verk í Kollafirði, Kaldbak, Argjum, Hoyvík og í Havn, umframt at kanna, um møguleiki og tørvur er í øðrum økjum í kommununi hesum viðvíkjandi. Eitt av høvuðsendamálunum er, at ættarliðini kundi funnið saman í teirra nærumhvørvi í kommununi.

Bjarni Beder, valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum í Tórshavnar kommuni 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo