Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í vikuni setti eg Helga Abrahamsen ein munnligan fyrispurning, um hvørt hann var í holt við eina kemikaliulóggávu, og nær hendan kundi væntast vera liðug. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum hevði onga ætlan um at seta eina slíka lóg í gildi, hóast samgonguskjalið frá 2019 staðfestir “nýggj kemikaliulóg skal eisini setast í verk”.

Vit hava í nógv ár snakkað um eina tílíka lóg, tó at tað oftast hevur verið upp undir val, og ikki nógv er ítøkiliga komið burturúr. Londini í ES hava serligar kemikaliulóggávur, ið áseta, hvørji evnir eru loyvd og ikki loyvd at nýta. Sjálvsagt skulu vit í Føroyum eisini hava lóg, ið forðar fyri nýtslu av skaðiligum evnum ið kunnu vera til stóran ampa fyri bæði náttúru og mennisku. Vit skulu áseta, hvørji evni eru loyvd og ikki og hvussu kemisk evni verða handfarin og burturbeind.

Sum politiskur myndugleiki hava vit ábyrgdina av at verja borgarar og náttúru móti hesum evnunum. Tí tað snýr seg um evni, ið í stóran mun eru fjald fyri vanliga fólkinum. Talan er nettupp um evni, ið fólk nýta í gerandisdegnum, so sum ávís sløg av matpakkapappíri, pakkitilfari og kosmetiskar vørur, sum í dag verða seldar í landinum uttan himpr. Men tað snýr seg eisini um evni, ið verða nýtt í framleiðsluvinnuni og í landbúnaðinum. Vit eiga at vissa okkum um og hava eftirlit við, at evni, ið hava neilig árin á lendi, sjógv og djóralív, ikki verða nýtt, og ikki enda úti í náttúruni.

Ávís heimild er í umhvørvisverndarlógini at banna at selja og nýta evni, ið hava skaðilig árin á menniskju og umhvørvi, men tørvur er á eini lóg á økinum. Í uppskotinum um margfeldislóg vóru greinar, sum í ávísan mun høvdu til endamáls at verja náttúruna móti kemikalium, men hetta uppskotið feldi samgongan í síðstu viku.

Í nógv ár hevur verið tosað um eina slíka lóggávu, men enn hevur hon ikki sæð dagsins ljós. Tí eru vit framvegis í tí støðu, at bæði náttúra og menniskju eru illa vard móti skaðiligum kemikalium í

Føroyum. Hetta eiga vit at broyta við eini kemikaliulóg beinanveg - í samstarvi við onnur Norðanlond ella við eini serstakari føroyskari lóg.

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo