Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyska abortlógin riggar ikki. Hon hóskar seg ikki til tann veruleikan, vit liva í.

Abortir hava altíð og fara altíð at vera framdar. Trygt ella ótrygt. Lógliga ella ólógliga. Tað hevur týdning, at vit tryggja øllum kvinnum tryggar umstøður í Føroyum.

Frítt Val fær javnan áheitanir frá kvinnum um hjálp ella ráðgeving um at sleppa av landinum at fáa abort. Samstundis fær Frítt Val javnan søgur sendandi frá kvinnum um teirra møti við føroyska heilsuverkið, um teirra abortsøgur og upplivingar.

Hetta er ikki eitt mál, ið vit skulu útflyta - eins og vit hava gjørt við so nógvum øðrum. Vit skulu taka ábyrgd, og vit skulu tora at taka kjakið.

Tað er ofta ein torfør støða, tá ein kvinna tekur avgerð um at fáa eina abort, og tað er ikki ein avgerð sum verður tikin óumhugsað. Kvinnan dugir best at taka støðu til, hvør avgerð er rættast fyri seg. Hon veit best, hvør avgerð er rættast fyri seg og sína framtíð.

Vit eiga eisini at tryggja betri sexualundirvísing. Betri atgongd til fyribyrging. Vit skulu altíð arbeiða við at betra okkara sosialu skipanir.

Men mín greiða meining er, at vit eiga at tryggja kvinnum rætt til fría abort. Tíðin er komin til at vit taka kjakið og fara undir at dagføra lógina, sum nú eisini er føroyskt málsøkið.

Hervør Pálsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo