Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inn, nærkast. Konsertin verður sunnudagin 20. desember kl. 19.00.

At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, 4. sunnudag í advent hvørt ár, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi. Her verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir, eins og smærru børnini úr Gøtu kirkju eisini luttaka við Luciaframførslu og sangi.

Skráin hjá kórinum hesaferð er í ein ávísan mun siðbundin, men fer eisini at fevna um nýggjari kórtónleik við m.a.  spennandi framførslum av opningslagnum í Disney filminum Frozen og tí sera vakra Carol of the Bells.

Kórið venur serliga nógv fyri tíðina, m.a. tí kórið aftur skal luttaka í kórkapping, hesuferð í Eysturríki á vári 2016, so kórið er so væl fyri sum sjáldan áður.

Gøtu kirkju ungdómskór, ið varð stovnað á heystið 2011, ger nógv burturúr at geva áhoyrarunum eina góða uppliving, bæði til oyru og sál. Kórið venur nógv, og ger nógv burturúr at røkka høgum tónlistarligum málum.

Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt í gjøgnum felagssang.

Kórið vónar at nógv velja at seta 1 tíma av hendan sunnudagin áðrenn jól. Hetta skuldi verið eitt gott høvið at komi í rættan jólahýr. Eftir konsertina er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum.

Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra ein stóran part acapella, hevur kórið hevur hesaferð eisini tónleikarar á trompet, klaver og orgul við til nakrar av sangunum/verkunum.

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til kórið.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo