Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áheitan til Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Føroya Pedagogfelag.

Hetta er enn ein staðilig áheitan á tykkum um at seta tykkum saman, ongantíð ov skjótt. Finnið BEINANVEGIN eina virðiliga og langsigtaða loysn, sum eisini tryggjar, at fólk sum bera brek, ikki skulu brúkast sum jarnbrot framyvir. Brekøkið tolir als ikki hesa viðferðina!

At Almannaverkið bert hevur fingið nøkur heilt fá undantøk ger støðuna hjá okkara limum sera, sera ringa, og merkist í ólukkumát. Fleiri foreldur eru biðin um at taka síni “børn” heim til sín. Sum foreldur gert tú sjálvandi tað, hóast uppgávan er møtumikil. Talan er í fleiri førum um vaksin fólk, sum hava fjølbrek og stóran røktartørv, og fleiri av foreldrunum eru komin langt upp í árini. Hví hesi fólk ikki hava fingið undantøk er ein gáta, men soleiðis er veruleikin.

Tey, ið eru tvangsflutt úr sínum trygga heimið, skilja í fleiri førum ikki støðuna, og hví hetta skal raka tey, ferð eftir ferð. Henda óvæntaða støðan ørðkymlar. Vit vita tíverri frá undanfarnu verkfallsstøðum, at nakrir borgarar tola støðuna so illa, at tey fáa sálarligt órógv, steðga upp ella fara aftur í menning, ella blíva harðlig móti sínum nærmastu í sínum máttloysi. Slíkt tekur langa tíð at rætta upp aftur.

Tey avvarandi klára heldur ikki hesa støðuna leingi. Serliga gongur tað út yvir tey, har “børnini” hava tyngstu avbjóðingarnar. Tey, sum mugu vera um síni alt døgni.

Í okkara grannalondum kemur brekøkið als ikki út í hesa ekstremu støðuna, tí partarnir í friðartíð avtala seg til karmin um eitt møguligt verkfall. Vit vera sædd sum sera primitiv, at vit hava eina skipan, ið loyvir hesum. Javni og onnur feløg hava fleiri ferðir heitt á politiska myndugleikan um at fáa hesi viðurskiftið í rættlag, so vit ikki ferð eftir ferð skulu brúkast sum jarnbrot í einum stríði millum partarnar, men eingin hevur handlað. Og nú eru vit so aftur her, kroyst í einum stríði, sum vit einki eiga í, og uttan annan møguleika enn at bíða, til stríðandi partarnir hava funnið eina semju.

Í dag hoyrdu vit, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, er klárur at fara í Tingið við einum lógaruppskotið sum skal tryggja, at neyðug undantøk verða givin Almannaverkinum í hesum umfarinum, so lív og heilsa hjá borgarum ikki eru í vanda. Sjálvandi halda vit, at tað besta hevði verið, um partarnir saman komu ásamt um karmarnar, so hetta stig ikki varð neyðugt. Men út frá tí sera ringu støðu okkara limir eru í, kunnu vit ikki annað enn at vóna, at hetta ber á mál.

Vit heita inniliga á partarnir um at fara aftur til samráðingar, loysa teir knútar, ið eru, og framtíðartryggja økið. Vit kunnu als ikki vera pedagogarnar fyri uttan, hvørki nú ella um 10 ár.

Fía Petersen, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo