Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sands kirkja: Á eplafestivalinum í ár verður skipað fyri heysttakkargudstænastu við Havstein Klein, sóknarpresti. Leygarkvøldið 30. september kl. 18.00, savnast fólk í kirkju heima á Sandi.

Børn luttaka við at bera grøðina fram í kór, so vit síggja ein part av grøðini, vit fara at takka fyri.

Undir eini tílíkari gudstænastu er høvi at veita Gudi tøkk fyri grøðina við sálmum, bøn og offurgongd. Tá fólk koma inn í kirkjuna, fáa tey ein brævbjálva, sum tey kunnu leggja heysttakkargávuna í. Undir eini offurgongd fer kirkjufólkið fram at altarinum og leggur gávuna á altarið. Gávan fer til Luthersku kirkjuna í Tansania, í landslutinum Mara, til at útbúgva deknar og hjálparprestar.

Eplafestivalurin verður hildin í Trøðum á Sandi. Har eru tiltøk av ymsum slagi. Matur verður gjørdur og høvi verður at njóta grøðina, sum er fingin til vega.

Í ár taka konfirmantarnir lut í gudstænastuni við upplestri, bøn og øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo