Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna tekur korona i álvara. Vit i Tórshavnar kommunu hava gjørt tað vit kunnu, til tess at vit øll kunnu halda eina trygga og virðiliga Ólavsøku.

Vit hava veitt grannaløgum og eigarafeløgunum stuðul, so fólk kunnu skapa hugna í tí trygga nærumhvørvum.

Stuðulin er millum annað ætlaður til undirhald til børn og vaksin.

Stuðulin kann samstundis vera sera kærkomin hjá tónleika- og undirhaldsvinnuni, sum hevur verið sera sperd undir koronatíðini.

Hetta veit eg, at fleiri grannaløg longu hava lagt til rættis.

Ístaðin fyri vanliga felagssangin tann 29. heita vit á allar føroyingar um at fylgja almennu tilmælunum og syngja uttanfyri í trygga nærumhvørvinum.

Hefti verða tøk til allar føroyingar og ætlanin er, at hetta kann varpast beinleiðis út.

Undir setanini, sum kommunan hevur ábyrgd av, verða almennu tilmælini eisini fylgd.

Vit hava vent okkum til koronaráðgevingina um afturlating av matstovum og skeinkistøðum, ti vit taka heilsuna hjá føroyingum í álvara, og tí varð boðað øllum viðkomandi frá, at latast skuldi aftur kl 24.  

At landsstýrið hevur tikið eina aðra politiska støðu - og harvið valt ikki at fylgja sinum egna ráðgevandi toymi - er ein heilt nýggj støða, vit ikki vórðu kunnað um fyrrenn í morgun.

Vit hava tvørturímóti alla tíðina fylgt almennu tilmælunum og valdu tí eisini at gera tað i hesum føri.

Vantandi fráboðanin úr landsstýrinum, umframt tann veruleika, at landsstýrið gongur beint ímóti tilmælunum frá koronaráðgevingini, skapar bæði misskljingar og eina fullkomiliga óneyðuga øsing.

Og tað harmar meg, at summi lasta Tórshavnar Kommunu, sum tvørturímóti ger alt fyri at vit øll skulu hava eina forsvarliga ólavsøku.

Vónandi verður tílíkt betri samskipað eina aðru ferð.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo