Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Netráðstevnan Vitan til varandi aling 2021 verður 5. mars. Endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri alivinnuna. Tað er P/F Fiskaaling, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Vitan til varandi aling verður skipað sum ein netráðstevna, har øll áhugað kunnu luttaka.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild. Dentur verður lagdur á evnini: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og um Fiskavælferð.

Flestu fyrilestrarnir verða á føroyskum, meðan nakrir fáir verða á enskum, norskum og donskum.

Skráin er skipað við trimum blokkum á uml. 1½ tíma:

Kl. 09.00 - 10.15 BURÐARDYGG NÝTSLA AV FIRÐUM

  • Flokkingarskipan til botndjórakanningar, Heidi S. Mortensen, Fiskaaling

  • eDNA nyttuvirði fyri alivinnuna Ian Salter, Havstovan

  • Skaðiligar algur, Ása Jacobsen, Fiskaaling

  • Hvor langt driver kjemikalieutslipp fra et oppdrettsanlegg? Pål N. Sævik, Havforskningsinstituttet

  • Modellering – nýtsla í alivinnuni? Sissal V. Erenbjerg, Fiskaaling/Københavns Universitet

Kl. 11.00 - 12.15 LÚS

  • Hvar og á hvørjum dýpi finna vit laksa- og seiðalús, Gunnvør á Norði, Fiskaaling

  • Lakselus adferd og effekter på smitte, Sussie Dalvin, Havforskningsinstituttet

  • Smittutrýst og forsagnir, Tróndur J. Kragesteen, Fiskaaling

  • Lúsateljingar og lívfrøðilig lyklatøl, Rúni Dam, sp/f Avrik

  • Trivnaður hjá føroyskum sjósílum við atliti til lús, Kirstin Eliasen, Fiskaaling

Kl. 13.30 - 15.00 - FISKAVÆLFERÐ

  • Biomarkers: What? and Why? Amanda Vang, Fiskaaling

  • Biomarkørar frá táknusvabum – ikki-deyðiligt amboð til forsøgnir, Kim S.G. Bergkvist, Fiskaaling

  • Bakkafrost um fiskavælferð, Jonhard Eysturskarð, Bakkafrost

  • Fiskaheilsubarometrið, Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvstovan

  • Hiddenfjord um fiskavælferð, Esbern Patursson, Hiddenfjord

  • Rognkelsi - vælferð og føðsla, Jessica Di Toro, University of Stirling/Fiskaaling

Trýst her fyri at síggja alla skránna.

Meðan ráðstevnan fer fram, kunnu luttakarar senda inn spurningar til framløgurnar. Fyrilestrarhaldararnir svara í beinleiðis sending við endanum á hvørjum blokki í skránni.

Tilmelding er ókeypis, og skal gerast við at senda teldupost til ernst(at)fiskaaling.fo áðrenn 4 mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo