Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Russiski havnarbýurin Vladivostok er raktur einum av sjáldsomum náttúrufyribrigdi sum ger, at eitt upp til 12 mm tjúkt lag av ísi hevur lagt seg um allan býin.

Sjálvt um myndirnar úr býnum kunnu vera vakrar, so hevur tann nógvi ísurin eisini álvarsligar avleiðingar fyri íbúgvarnar, tí fleiri hava hvørki havt streym ella vatn í fleiri dagar. El- og ljóssteyrar eru hoknaðir undir nógvu vektini, trø eru koppað og vegir eru avbyrgdir.

Myndugleikarnir hava sett herin inn at hjálpa til, so bøtast kann um ringastu skaðarnar og at hjálpa til annars.

Fyribrigdið er ikki hent seinastu 30 árini. Tað hendir tá sokallað undirkølt avfall rakar jørðina. At avfallið er undirkølt merkir, at til dømis kavi, sum fellur til jarðar, rakar eitt heitari luftlag og bráðnar, áðrenn hann rakar jørðina, har frost er, og tí frystir aftur alt fyri eitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo