Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu metir Fíggjarmálaráðið inntøkurnar av veiðigjøldum/tilfeingisgjøldum í fiskivinnuni fyri 2021 – og hvat byggja metingarnar á fyri veiðu av ymsu fiskasløgunum og ymsu gjøldunum, ið verða løgd til grund?

2. Tá ið kvotur ikki verða fiskaðar, men fluttar til komandi ár, hvussu verður roknskaparliga og fíggjartekniskt gjørt upp á fíggjarlóg og í landsroknskapinum – t.e. verða inntøkurnar av veiðigjøldum altíð inntøkuførdar til tað árið, kvoturnar veruliga eru fiskaðar?

3. Hvussu hevði væntaða RLÚ-úrslitið verið í 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 í krónum og oyrum, um inntøkurnar av vinningsbýti frá BankNordik høvdu verið sum í fíggjarárinum 2020?

4. Hvussu nógv eru rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini vaksnar hvørt árið og tilsamans í 2020, 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 – í krónum og oyrum og í prosentum?

Svar til fyrispurning nr. 1
Metingarnar fyri veiðigjøldini í 2021 byggja á kvotur og fiskiskap fram til september. Tað er serliga høga makrelkvotan fyri 2021, ið ávirkar veiðigjaldsinntøkurnar. Tað verður tó ikki roknað við, at øll tann tøka makrelkvotan verður fiskað. Veiðigjøldini byggja á gjøldini, sum lýst eru í lóg um serstakar treytir, umframt at uppboðssølugjøldini eru javnað fyri stødd av kvotu og mettan prís fyri 2021.

Svar til fyrispurning nr. 2
Ja, inntøkurnar verða inntøkuførdar tað árið, fiskað verður.

Svar til fyrispurning nr. 3
BankNordik ætlaði at rinda út 67,2 mió. kr. í vinningsbýti í 2020 fyri roknskaparárið 2019. Av hesum hevði landsins partur umvegis Fíggingargrunnin verið umleið 22,5 mió. kr. Vegna COVID-19 varð tó onki vinningsbýti útgoldið í 2020. Í 2021 er fyri roknskaparárið 2020 goldið út vanligt vinningsbýti á 48 mió. kr., harav 16,7 mió. kr. til Fíggingargrunnin.

Fíggingargrunnurin hevur í fyrru helvt av 2021 verið undir avtøku og hevur ikki latið landskassanum vinningsbýti í árinum. Uppgerðin av Fíggingargrunninum er serlig inntøka undir RLÚ II og verður tí ikki tikin við sum vanlig inntøka í 2021.

Nevndin í BankNordik hevur mælt til at gjalda út serstakt vinningsbýti yvir árini 2021-2023 í sambandi við, at danska virksemið varð avhendað. Bankin hevur goldið 450 mió. kr. út í 2021, harav landsins partur var 156,7 mió. kr. Væntandi verður inntøkan frá serstaka vinningsbýtinum einar 42 mió. kr. í 2022 og 42 mió. kr. 2023.

Svar til fyrispurning nr. 4
Raksturin fyri roknskapin 2020 var 5.538 mió. kr. Í játtanareftirlitinum fyri 2021, sum kom við fíggjarlógaruppskotinum í september, varð roknað við rakstrarútreiðslum á 5.740 mió. kr. í 2021.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 verður roknað við einum rakstri á 5.848 mió. kr., sum er ein vøkstur á 310 mió. kr. yvir tvey ár ella í miðal umleið 2,8 % um árið.

Tinganes, 26. november 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo