Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Løgmansskrivstovan: Eitt neyvari fokus er grundleggjandi neyðugt fyri at fáa vøkstur í føroysku KT vinnuna.

Tað sigur Heini Zachariassen, sum er millum fremstu føroysku íverksetararnar innan KT.

Heini Zachariassen eigur og rekur fyritøkuna Vivino, og var millum gestirnar á seinasta fundinum hjá Vakstrarforum fríggjadagin.

“Skulu Føroyar hava eina framtíð innan KT vinnu, má eitt størri fokus vera á tær serstøku vørurnar og tænasturnar, sum ikki hava nógvar møguligar kundar í Føroyum,” segði hann millum annað í framløguni.

Ov nógvir KT mennarar í Føroyum arbeiða við breiðum loysnum til føroyska marknaðin, heldur Heini Zachariassen.

Hetta merkir, at fáir arbeiða við nissju-vørum og -tænastum, sum hava størri møguleika uttanfyri landoddarnar enn breiðu loysnirnar hava.

Sum dømi nevnir hann fyritøkuna CuePilot hjá bróðrinum Per Zachariassen, sum mennir forrit til beinleiðis sjónvarpsframleiðslu.

Tann vøran hevði í mesta lagi kunna havt ein kunda í Føroyum – Kringvarpið – men selur sum heitt breyð millum sjónvarpsframleiðarar um allan heim.

Føroyar hava ofta verið umrøddar sum eitt hóskandi stað at royna KT vørur og tænastur – eitt slag av sandkassa, haðani vørur og tænastur síðani kunnu flytast út í heim.

“Mær dámar hatta væl í teoriini, og gott var, um tað var soleiðis. Eg havi bara ongantíð sæð tað,” sigur Heini Zachariassen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo