Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Eftir stóra vøksturin í talinum av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum tey seinastu árini, støðgaði vøksturin upp í 2020, og talið av loyvum var tað sama sum í 2019.

Fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini var talið av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum millum eini 400 og 700. Men við tí stóra vøkstrinum í virkseminum í Føroyum fór talið at vaksa av álvara eftir 2014 og serliga stórur var vøksturin frá 2016 til 2019.  T.d. var talið av arbeiðs- og uppihaldsloyvum 422 í 2013 og vaks upp um 2.000 í 2019. Í 2020 var talið tað sama.

Viðvíkjandi talinum av brotum á útlendingalógina var tað heldur fallandi heilt fram til 2017, og fór so at vaksa stórliga, úr 13 í 2017 upp í 72 í 2019 og enn meir upp í 92 í 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo