At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Uppgerðin av smásølu fyri 2. ársfjórðing 2021 vísir m.a., at vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum er lækkaður samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og hóast søla av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í miðal er hækkað seinastu 10 árini, so er umsetningurin av hesum vørubólki minkaður við 12,7% frá 2. ársfjórðingi 2020 til sama ársfjórðing í ár.

Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknaður til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Umsetningurin av mati og drykkjuvørum er vaksin 3% frá 1. ársfjórðingi í ár til 2. ársfjórðing í ár. Í 2019 og 2020 var vøksturin millum somu ársfjórðingar ávikavist 13% og 11%. Fyri mat og alkoholfríar drykkjuvørur vísir uppgerðin hesaferð, at umsetningurin 2. ársfjórðing 2021 í mun til 2. ársfjórðing 2020 er lækkaður 1,4%. Lækkingin skal síggjast í mun til, at vøksturin 2. ársfjórðing 2019 til 2. ársfjórðing 2020 var heili 14,5 % fyri henda vørubólkin. Tíðin við koronu, tá føroyingar vóru meira heima við hús enn vanligt, hevði við sær, at sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks lutfalsliga nógv.

Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 0,5% frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er mongdin av seldum mati og alkohofríum drykkivørum lækkað við 1,9%.

Vøksturin í umsetningi fyri klædnavørur og húsbúnað er 12% frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing í ár. Í mun til 2. ársfjórðing í fjør er hækkingin fyri hendan vørubólkin 21%. Prísir á klædnavørum og húsbúnaði eru í miðal øktir 2,5% frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður lagt upp tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 18,1%.

Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin 2. ársfjórðing í ár 12,7% lægri í mun til sama ársfjórðing í fjør. Seinastu 10 árini hava prísirnir fyri hendan vørubólkin í miðal verið lækkandi, men frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár er prísurin fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð í miðal øktur 1,3%. Verður hædd tikið fyri hesari prísgongd, er mongdin av seldum húsbúnaði og húsarhaldsvørum lækkað 13,8% millum hesar somu  ársfjórðingarnar. Miðalvøksturin í mongd av seldum húsbúnaði hevur annars verið 9,7% seinastu 5 árini og 4,3% seinastu 10 árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo