Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fyrrapartin komu boð frá UEFA um, at vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík kann hýsa dystum hjá føroysku liðunum, sum skulu spæla evropeiskan fótbólt í summar.

- Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt við leingi, og tá korona rakti í vár, var eina løtu líkt til, at tað ikki fór at eydnast at fáa góðkenningina í ár. Tí er tað serliga stuttligt at kunna hýsa evropeiskum heimdystum hjá KÍ longu í summar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar kommuna hevur gjøgnum seinastu árini arbeitt við at menna stadionøkið við Djúpumýru, so til ber at spæla altjóða fótbóltsdystir í Klaksvík. Í fjør vóru nýggjar ljósmastrar settar upp, vøllurin varð skiftur og samstundis varð eisini gjørt klár til sprinklaraskipan í vøllin. Somuleiðis hevur verið arbeitt við einum nýggjum skýli út frá KÍ-høllini, sum er gjørt eftir altjóða standardum, so neyðugu hølini eru tøk til altjóða dystir.

Í vár var arbeiðið við nýggja skýlinum og hølunum komið so mikið langt, at tað kundi bera á mál til í summar, men tá korona rakti Føroyar í mars ávirkaði tað arbeiðið, so tað ikki bar til at hava nóg nógv sitipláss til hesar dystir í ár. Tó hevur UEFA tikið støðu til, at ongir áskoðarar kunnu vera til nakrar dystir í Champions League og Euro League umførini, sum eru fyri framman, og tí ber til at hava dystir í ár, hóast áskoðarapláss enn resta í.

- Hetta eru sera gleðilig tíðindi, sum vit hava fingið, og tað verður uttan iva enn stuttligari seinni í mánaðinum, tá vit vónandi síggja KÍ spæla Champions League við Djúpumýru, staðfestir Jógvan Skorheim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo