Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At russisku skipini fyri útvið 20 árum síðani vórðu tvungin til bryggju at umskipa, hevur haft stórar avleiðingar fyri Heimafriðin hjá fólki í Føroyum. Tað er nevniliga beinleiðis samanhangur ímillum undantaksloyvini til russisk skip at umskipa við bryggjur í Føroyum og at fólk ikki fáa heimafrið.

Í útvarpstíðindunum, týskvøldið 24. mai, segði stjórin í VØRN, at tað var eitt stórt framstig, tá russisku skipini, fyri meiri enn 10 árum síðani, fingu boð um, at koma til bryggju at umskipa, heldur enn at umskipa á opnum havi.

Føroyar hava, sum stjórin á VØRN vísur á, bundið seg til reglugerðir hjá millum annað NEAFC og NAFO. Her er staðfest, at fyri at fyribyrgja ránsveiðu, sleppa skip ikki at umskipa til havs. Tey skulu til bryggju at umskipa. Stjórin á VØRN vísti á, at tað var eitt stórt framstig at fáa skipini til bryggju, tí nú hevði VØRN eftirlit við skipunum.

Men, fyri minni enn 1 mánaði síðani, í Degi og Viku 29. apríl, segði deildarstjórin hjá VØRN, at fiskiveiðueftirlitið hjá VØRN ikki megnar at hava fult eftirlit.

Sambært deildarstjóranum uppfyllur VØRN altso ikki krøvini um fulla eftirlitsskyldu, ið Føroyar annars hava bundið seg til, og sum er endamálið við at fáa skipini til bryggju at umskipa.

Nýggj kanning hjá felagnum Heimafriði vísur, at størsti ampin hjá borgarum eru nettupp skip undir russiskum flaggi, sum umskipa við føroyskar havnir. Kanningin vísir nevnliga at 55-76% av klagum um óljóð eru um russisk skip og umskiping av russiskum skipum.

Men sambært Sjófeingislógini, er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa í føroyskum sjógvi. Tí er talan um eitt serstakt føroyskt undantaksloyvi, sum verður givið russisku skipunum og tilhoyrandi virkseminum at umskipa við Føroyskar havnir.

Tað syrgiliga í hesum og serstakliga hugvekjandi er, at tað er beinleiðis samanhangur ímillum undantaksloyvið til russisk skip at umskipa við bryggjur í Føroyum og at fólk ikki fáa Heimafrið.

Tá ampin hjá fólki er so stórur og hevur verið tað í so nógv ár, og trupulleikin er blivin almen vitan, er tað undrunnarsamt, at hesi somu skip ár eftir ár fáa undantaksloyvi at umskipa við føroyskar havnir, og hóast VØRN ikki megnar sína eftirlitskyldu, og júst eftirlit netup er treytin fyri, at skipini sleppa at umskipa í Føroyum.

Politiski myndugleikin, sum í samgonguskjalinum setti sær fyri at loysa málið um óljóð frá skipum við bryggju, átti at haft áhuga í, at undantaksloyvir ikki vera givin til at órrógva borgarar á landi.

Útvarpstíðindini, 24.05.2022, kl 18:00 (1.10 min)
Innslag í Degi og Viku 29. apríl 2022

Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo