Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Trýst á myndirnar og tær gerast klárari

Trýst á myndirnar og tær gerast klárari

Hagstovan: Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 390 fólkum, Runavíkar við 104 og Klaksvíkar við 75. Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin hjá kommunum í Eysturoy og í Vágum. Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 3,3%, Eiðis kommunu eisini við 2,8%, Runavíkar kommunu við 2,6%, og Eystur kommunu við 2,1%. Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,8%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,1% og í Vágum vaks Sørvágs kommuna við 3,0% og Vága kommuna við 2,2%.

Samanumtikið er vøkstur í 21 kommunum, óbroytt í einari og minking í 7.

Trýst á myndirnar og tær gerast klárari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo