Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag vórðu 340 undirskriftir handaðar borgarstjóranum móti broyttu leiðreglunum fyri innskriving í skúla, sum hava við sær, at um 22 forskúlabørn verða flutt úr skúlanum, tey ganga í, í annan skúla, tá fyrsti flokkur byrjar.

Heitt verður á Tórshavnar kommunu um at finna eina virðiliga loysn, soleiðis at hesi børnini kunnu halda fram í fyrsta flokki saman við floksfeløgum sínum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á, at málið varð tikið av skrá á seinasta býráðsfundi, tí ein nýggj tilráðing skuldi gerast.

- Síðan hava vit arbeitt av kraft fyri at finna eina loysn, soleiðis at børn sleppa at ganga í skúla og í forskúla, har tey ynskja. Vit vóna, at allar góðar kreftir samstarva um at finna eina virðiliga loysn, sum vit kunnu leggja fyri býráðið á næsta býráðsfundi 24. februar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo