Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið, í annaðkvøld, kl. 19.30 verður skipað fyri árligu vónargudstænastuni í Vesturkirkjuni, nú 4. árið á rað. Gudstænastan er ætlað at boða vón til øll, sum hava tungt at bera, og sum kenna sorg og sakn. Hvør situr við sínum.

Høvi verður at vera saman eina løtu um sang og tónleik. Birita Dam spælir bratsj, Eivin Dam Simonsen trompet og Hansus Joensen situr við urguna. Bíbliutekstir verða lisnir til troyst og ugga. Høvi verður at tendra ljós og at koma til altars. 

Kirkjukaffi verður aftaná, og høvi verður tá eisini at fáa eitt prát við ein av prestunum.

Allir tríggir prestarnir, sum eru tengdir at Vesturkirkjuni, taka lut.

Øll eru hjartaliga vælkomin, siga prestarnir í Suðurstreymi í skrivi til miðlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo