Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í annaðkvøld, týskvøldið kl. 20.00, verður vónargudstænasta í Vesturkirkjuni – annað árið á rað.

Øll hava tørv á vón, tí sorg og saknur vegna skilna og deyða fyllir so nógv hjá nógvum. Eisini ótti og vónloysi gera um seg. Serliga á jólum!!!

Tað eru prestarnir í Vesturkirkjuni, sum standa fyri. Heri Joensen hevur andakt. Durita Tausen lesur upp úr dagbók síni frá tíðini, hon hevði krabba. Og Una Zachariassen, sum misti unga son sín í fjør, sigur frá einum átaki, hon er byrjað, fyri at hjálpa teimum, sum bera sorg.

Høvi verður at tendra ljós fyri onkrum, sum farin er, og at fáa samtalu við forbøn, um ynskiligt.

Eisini verður drekkamuður í kirkjukjallaranum aftaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Prestarnir í Vesturkirkjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo