Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í annaðkvøld, týskvøldið kl. 19.30, verður vónargudstænasta í Vesturkirkjuni, triðja árið á rað.

Jólini eru fyri mong ein hugnalig tíð, har vit hava høvi at hvíla okkum og at vera saman. 

Men jólini er eisini ein tíð, har mong kenna sorg og sakn. Tey, sum kveikja góðar kenslur og góð minni í einum, eru ikki her longur. 

Hetta vegna deyða kanska ella annan skilna. Men ein er, og hann er mitt ímillum okkara. Tað er hann, sum lat seg føða inn í henda heim. 

Vælkomin til gudstænastu í Vesturkirkjuni, har vit ynskja at møta tær, sum hevur tungt at bera.

Høvi verður at tendra ljós fyri onkrum, sum farin er, og at fáa samtalu við ein av prestunum - og forbøn, um ein ynskir tað. Altargongd verður og drekkamuður aftaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Prestarnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo