

DR 1 og SVF vísa í kvøld eina sending við heitinum “Fyr en fed på færøsk”.
Vit eru gjørdir varugir við at ein partur av sendingini er tikin upp í framleiðsluhøll okkara í Tórshavn og Vóna-merkið sæst tíðiliga í sendingini.
Um onkur skuldi verið í iva, skulu vit gera vart við, at vit ikki hava verið vitandi um hesar upptøkur í hølum okkara.
Vit hava ikki givið loyvi til upptøkurnar og vit hava einki við sendingina at gera.
Hjalmar Petersen, stjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo