Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað gongur ein søga - ein anekdota um tú vilt - ímillum starvsfólk í Kvf um einaferð, tá alt ikki gekk eftir vild hjá eini illa útbornari morgunvakt. Ein avleiðing var, at hýruvognsførarin, "i mangel af bedre", endaði sum ein neyðloysn aftanfyri tøknipultin.

Tað var tá hann ljódliga smeyg sær út um høvuðsdyrnar aftur, eftir sum frægast at hava fingið tíðindi, jinglur og morgunlestur so nøkurlunda í luftina, dani var hann, at onkur hoyrdi hann mæla hesi mergjaðu orðini fram fyri seg. Orðini, sum síðani ongantíð eru gloymd í Sortudíki, og kanska til høvið í kvøld eru tikin fram aftur: "Det ville fandenme ikke være sket på BBC".

Hóast hetta eru nógv ár síðani, tað var vist eftir eitt stuttligt kvøld á Maxim at tað gekk so illa í hond á sinni, so hóska orðini enn um okkara almenna flaggskip av einum miðli.

Tí í kvøld gekst ikki eftir vild hjá gekkavertinum.

Berandi elementið í sendingini, telefonsamrøðurnar við ídnu spælararnar, kundu ikki lata seg fremja í verki, og tí var onki annað at gera, enn at bróta sendingina av og finna eina ad-hoc loysn.

Eftir drúgvan steðg var komið fram til, at besta loysnin var, at verturin sjálvur, hann er tíbetur ikki heilt óroyndur á palli, fór í lumman eftir fartelefonini, ringdi til vinnararnar, og hevði eina samrøðu við ... onkran. Snaring av hjóli og alt annað sum vanliga eyðkennir Gekkin mátti bíða - til mánadagin skilst.

- Vælsignaveritikkum ikki ringja til mín ímeðan eg eri á skerminum, tygor, segði Gekkurin einaferð, og tú kundi ikki annað enn hámeta mannin, sum hóast alt við eymk og fret fekk sleipað amputeraðu sendingina heim.

Men, men.

Det ville fandenme ikke være sket på BBC.

Tað meinar VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo