Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Tað er ein tankavekjandi kvirra heft at verkfallinum hjá føroyskum námsfrøðingum sum nú gongur á fjórðu viku.

Báðir partar siga seg bíða eftir hinum, og semingsmaðurin sigur, at hann hevur onki at arbeiða við.

Spurningurin er tí, hvønn tíðin arbeiðir fyri.

Ein skuldi kanska hildið, at nógvar lagnusøgur vóru í miðlunum um, hvussu hart raktir summir brúkarar eru. Men tær hava verið fáar, og tá tær hava verið, so hava tingini lagað seg, so ella so.

Ein skuldi eisini hildið, at pedagogfelagið og tess nógvu limir vóru virknari í hesum stríðnum. At tey vóru sjónligari í gøtumyndini og gjørdu vart við støðuna. Men tað eina stuðulstiltakið, sum hevur verið, skipaðu foreldur fyri.

Fakfeløg eru, sum vituligt er, ikki tíðindafróð um, hvussu nógv tey hava at standa ímóti við, tá støðan er, sum hon er.

Hvussu nógv endurgjald tey tá avtornar kunnu lata limunum fyri mista inntøku.

Men vit gita, at skjótt íkemur tann støðan, at pedagogarnir fara at spyrja seg sjálvar, hvussu langt teir eru sinnaðir at fara. Hvussu stóran inntøkumiss, teir vilja gjalda fyri hetta verkfallið.

Og um sviðin, onnur kenna, verður fyri lítið at rokna ímóti tí, teir sjálvir noyðast at svølgja tá avtornar.

Tí politisku signalini eru greið. Eitt er vallyfti og gylt tala tá rekast skal í rætt uppundir val. Annað er veruleikin tá tað kemur til skarpskeringar.

Tað eru tykkara fólk sum sita við róðrið í Tinganesi.

Skuldi ein hildið.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo