Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

So hendi tað aftur.

Eitt stórt, útlendskt tónleikanavn sleppur at eyðmýkja føroyingar við fyrst at siga ja til G!, og so, tá PR maskinan hevur gjørt sítt og skaðin blívur maximalur, at siga, "bíða nú, hvussu var tað forrestin við hasum har grindadrápinum, gera tit tað enn? Jamen so komi eg ikki."

Tað hendi í fjør og tað hendi aftur í ár. Same procedure. Mann kann næstan freistast til at halda, at tað er blivin ein partur av strategiini hjá onkrum av hesum mótmælisfelagsskapunum. Fyri at fáa spakan undir føroyingar. Fyri at skapa yvirskriftir. Og eyðmýking.

Tað sum kann undra er, at tey sum skipa fyri G! (og møguliga onnur við) eftir øllum at døma als ikki hava lært nakað. Yppa bara øksl og vóna tað besta. Fyri so at vera fyri totalari eyðmýking og biðja so myrðiliga um fyrigeving í bestu senditíð.

Hvussu ringt kann tað vera?

Ger tað greitt fyri teimum, sum ætla at sleppa hendavegin at spæla fyri okkum, at tey mugu góðtaka okkum sum vit eru. Og hevur mann einaferð uppliva, at júst siðurin at drepa grind er ein trupulleiki fyri summi, well, so er at skriva tað við stórum bókstavum í kontraktina.

Kunnu tey ikki ganga undir treytirnar, so kunnu tey halda seg burtur. Og so hendir slíkt sum hetta ikki.

Tað eru ikki fyrst og fremst tónleikararnir, sum (kanska) koma, sum gera hesar festivalarnar so feitar og festligar.

Tað eru gestirnir.

Og teir hava krav uppá størri virðing.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo