At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Á flest øllum økjum kunnu vit sum føroyingar kenna okkum trygg. Okkara aðalkrøv ella standardir munnu vera nøkurlunda á hædd við teir í øðrum londum.

Til dømis tá tað kemur til at manna stýriklivan í einum flogfari, brúnna á einum skipi ella skurðstovuna á einum av okkara sjúkrahúsum fylgja vit altjóða normum og standardum.

Men kunnu vit siga tað sama um funktiónina sum Public Service tænastan í Føroyum gevur sínum borgarum?

Er hon á sama stigi sum tann í okkara grannalondum?

Vit ivast!

Eitt er, at vit eru lutfalsliga nógv færri at fylla sendiflatuna við góðsku. Sendiflatuna, ið sum kunnugt hevur somu 60 minuttir um tíman hjá okkum sum hjá til dømis BBC, DR og NRK.

Nakað heilt annað er so, at okkara fólkavaldu ikki tykjast at vera framsíggin tá tað kemur til slíkt sum hetta. Aðrastaðni eru miðlakommissiónir og miðlasemjur ítøkiligur partur av politiska arbeiðnum. Her hjá okkum kunnu ár ganga uttan at nakar fær tikið seg saman at endurnýggja Public Service sáttmálan ímillum Mentamálaráðið og Kringvarpið, sum langtsíðani er farin av evsta degi.

Føroyski PS brúkarin hevur í øllum førum ikki nakað ánilsi, um hann fær valuta fyri sítt KvF gjald. Gamaní, nógv gott kemur hagani, men ein mastodontmiðil, sum situr á at kalla allari orkuni, tað er ikki sunt.

Í seinastuni hava røddir verið frammi um at útveita nakrar av PS uppgávunum, og tað halda vit er ein áhugaverdur tanki.

Soleiðis fingu vit eitt fjølbroyttari miðlalandslag, har ikki alt fer ígjøgnum sama filtrið og somu virkismentanina, har nakrir fáir leiðarar stinga út í kortið.

At skilja sundur eina tíðindadeild sum arbeiðir undir sama taki, fyri sama arbeiðsgevara og drekkur kaffi í somu kaffistovu ger tað ikki.

Nýliga útbyggingin av Kringvarpshúsinum er heldur ikki eitt stig rætta vegin, tí tað sementerar bara skeivu støðuna.

Í dag hevur Løgtingið fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Jógvan á Lakjuni, tingmanni fyri fólkaflokkin, sum á sinni legði almennu stovnarnar Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn. Hvør motivatiónin var, og hvat hansara visjón annars gekk út uppá, kunnu vit bara gita um.

Men at royna at reparera okkurt sum gekk skeivt í tí prosessini tykist okkum alt ov óambitiøst.

Tosið nú um tað, sum veruliga hevði munað. Politisk detailstýring av hvussu KvF húsast og arbeiðir innanveggja fer neyvan at geva okkum eina betri PS tænastu.

Setið útveiting av Public Service uppgávum á lunnar, um ikki annað.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo