Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað fer at minka burtur av teimum sum minnast, tá tað var nógvur fuglur. Tey sum eru ung og um miðjan aldur hava bara myndir og kanska okkurt filmsbrot at styðja seg til, skulu tey vita hvat tey, sum eru eitt sindur eldri, tosa um. Tá sagt verður frá, at so nógvur fuglur var undir bjørgunum, at tað var "svart av fugli" og at har hoyrdist ikki mannamál.

Tað er ein farin tíð.

Øll veiða er langtsíðani avmarkað, antin við løgtingslóg ella á grannastevnum, og fyrst og fremst um sumrarnar, tá fuglurin er inni við land og skal royna at nøra um ættina.

Men hesa ársins tíð er eitt "opið vindeyga" uppá nakrar mánaðir, har til ber at fara út at veiða fuglin, sum annars er friðaður. Og serliga er tað lomvigan, álkan, skarvurin og kanska lundin, sum menn vilja hava. Og søgurnar ganga um, at væl er til, og nógv av tí, sum verður skotið, skal hava fullan búk. Hvør skal siga, her man ikki vera so galið hóast alt.  

Men neyvan eru løtumyndir sum hesar eftirfarandi og nakað tekin um at ein gongd, sum hevur verið í ein mansaldur, er við at venda.

Og tað ger tað ikki betri, at talan er um púra óreguleraða veiðu. Skjót bara. So nógv tú vilt.

Tað munnu vera fleiri sum ivast, um vit bera okkum rætt at, tá støðan er, sum hon er og leingi hevur verið.

Sjálvandi er tað spell, um ein partur av okkara mentan fer fyri bakka. Og nógv munnu vera samd í, at neyvan fæst smakkbetri biti enn ein lomviga- ella álkubringa. Men um prísurin er, at onkur av hesum fuglunum fær somu lagnu sum gorfuglurin á sinni, so er bara eitt at gera.

Bannið alla veiðu av hesum fuglasløgum, sum frammanundan eru so illa sperd. Í øllum førum í nøkur ár.

Og alt árið.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo