Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í staðin fyri fullkomuliga at stongja samfelagið niður, so hava sviar valt at hava bæði skúlar og barnagarðar opin sum vanligt, eins og eisini privata vinnulívið, til dømis matstovur, ikki hava havt avmarkingar sum líkjast okkara og, fyri tann skuld, teimum í flestu londum í framkomna heiminum.

 

Tað er ikki tí at teir ikki taka støðuna í álvara. Ráðini um reinføri, frástøðu og at ansa eftir hvørjum øðrum, eru tey somu har sum her.

 

Vit kunnu kanska siga, at ímeðan vit onnur renna undan, til vit halda, at vit hava frægari vápn í hondini, tað verið seg koppingarevni ella heiligvág, til at møta korona, so hava sviar valt at taka bardagan upp. Teir fara eftir floksimuniteti, altso at vit sjálvi, hvør einstakur av okkum, við at verða smittað, gera andevni og verða mótstøðufør, og soleiðis gera enda á virusinum.

 

Til ber kanska at siga, at sviar taka allan svian her og nú, ímeðan vit draga pínuna út.

 

Men hvussu leingi? Tað ána vit onki um. Vit hava fleiri sjúkur, sum ongin vaksina er ímóti, eitt nú malaria og HIV, hóast heiligvágur er, sum hjálpir. Men tað tók ár, áðrenn hann kom.

 

Vit kenna avleiðingarnar av tí, sum vit gera í dag. Men vit vita ikki, um vinningurin, sum vit vænta okkum, kemur innan rímuliga tíð. Ella nakrantíð.

 

Í minsta lagi fara vit, tá nakað er fráliðið, at kunna samanbera átøk og úrtøku hjá svium og so okkum øðrum.

 

Og tað kunnu vit takka svium fyri.

 

Tað meinar VP.

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo