Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Høvuðstíðindini hjá okkara almenna public service miðli herfyri vóru, at menn kundu ikki semjast um, hvat skuldi standa á tí eina skeltinum, nú størsta íløga nakrantíð í samferðsluna, Eysturoyartunnilin, skjótt letur upp. Skal tað standa Klaksvík, Runavík ella Saltnes, sum alt er rætt, tað veldst bara um, úr hvørjum sjónarhorni tú sært tað.

Í somu tíðindasending hoyrdu vit um, at samstundis sum høvuðsstaðurin brúkar nógvar pengar uppá at útvega borgarunum eina skoytubreyt at stuttleika sær á, so verða eisini stórar upphæddir brúktar uppá at halda ein annan vøll, skamt har ífrá, ísfrían, so menn kunnu spæla fótbólt, eisini hesa ársins tíð.

Føroyar uppliva í hesum árum eina sanna gulltíð. Ein slíkan vælstand, at vit sum land eru við at klintra upp á toppin á tørvspyramiduni hjá Abraham Maslow, har sjálvsrealiseringin fyllir mest, tí alt hitt er avgreitt.

Grasrótrørslurnar snúgva seg ikki um breyð á borðið ella tak yvir høvdið - tær snúgva seg um náttarfrið og at sleppa at búgva á røttu adressuni. Vínið skal í røttu gløsini, skal tað smakka nóg væl, fáa vit at vita. Í túninum stendur helst meira enn bara tann eini bilurin - og tað eru ikki tey bíligastu merkini sum verða keypt.

Spurningurin er so, hvussu leingi hetta fer at vara.

What goes up, must come down, seng skaldið. Hægri tú flýgur, størri er bresturin, dettur tú niður á jørðina aftur.

Sumt fáa vit ikki broytt, okkurt annað fáa vit um ikki annað so ávirka og okkurt triðja eru vit fullkomnir harrar yvir, vilja vit.

Tað skulu breiðar herðar til at bera góðar tíðir, hevur onkur onkuntíð sagt.

Hvussu landsins kosnu fara at duga at stýra ímillum boðar og vandasker tey næstu árini, ja tað kemur alt fyri ein dag.

Tí eitt liggur fast - gongur framburðurin ov skjótt, so fer tað at ganga upp aftur skjótari hinvegin, tá tann tíðin kemur.

Fyribils liva vit í einum landi, har sanniliga er gott at búgva.

Lat okkum royna at toyggja vælstandin, so hann røkkur tvørtur um so nógv ættarlið sum gjørligt.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo