Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hann stovnaði eina lítla fyritøku og konan tók sær av bókhaldi og ymsum øðrum praktiskum. Skjótt høvdu tey so nógv at gera, at bæði burturav arbeiddu í fyritøkuni. Men knappliga gjørdist maðurin álvarsliga sjúkur, og tá hann var krumtappurin í fyritøkuni vóru tey noydd at stongja. Og húsini mistu tey eisini, tí tey vóru trygd fyri skuldina, sum fyritøkan hevði. Frá tí almenna var ongin hjálp at heinta.

Hetta er ein tilhugsað men neyvan ókend støða hjá onkrum. Hevur tú sum virkiseigari ikki tryggjað teg bæði so og so, verður tú sleptur upp á fjall, tá neyðin rakar. Tú heldur kanska, at í okkara parti av heiminum eru trygdarnet, sum tú gjøgnum skatt og onnur gjøld ert við til at gjalda fyri. Men hagani fært tú at vita, at tú sum privatur vinnurekandi eigur at tekna eina trygging.

Í Sosialinum í dag er søga um ungt par, hvørs gleði við at gerast nýbakað foreldur verður oyðiløgd, tí Barsilsskipanin krevur inn men vil ikki gjalda nakað út til summi. Serlig trygging krevst, fæst at vita frá hesi almennu skipanini, sum ikk smæðist við at krevja inn, eisini frá teimum sum ikki uttan víðari kunna fáa nakað út.

Annað dømi er virkiseigarin sum kemur til skaða, og hevði verið sjúkrameldað/ur frá arbeiði, arbeiddi hann hjá onkrum øðrum enn sær sjálvum. Eitt er ampin av ábyrgdini av virkinum. Annað er, at tú fíggjarliga er nógv verri fyri enn tey flestu, tá tú ert tín egni stjóri.

Og so er tað ábyrgdin av starvsfólkum. Taka vit dømi frá byrjanini, og hugsa okkum, at parið hevur eitt starvsfólk afturat sær, so eru tey eisini í størri váða enn tey kanska geva sær far um. Tí gerst hetta starvsfólkið sjúkt, so skal viðkomandi hava løn í fleiri mánaðir, hóast hann ella hon ikki er til arbeiðis. Ongin kompensatión, bara ein 120 daga regla sum sigur, at eftir 4 mánaðir ber til at siga viðkomandi upp.

Nú frættist, at Javnaðarflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at broyta júst hesa ásetingina. Um tað er ring samvitska, sum ger seg galdandi, kunnu vit bara gita um. Spell, at hetta ikki var raðfest tá flokkurin sat við valdið. Hinvegin er tað líka nógv spell, at sitandi samgonga ikki sær hetta sum sína uppgávu at raðfesta.

Vit hoyra viðhvørt orðini "sosial dumping" nevnd í samband við fremmanda arbeiðsmegi.

Men í Føroyum hevur man leingi bara ypt øksl um støðuna hjá teimum, sum ditta sær at fara undir egið virki,  og ikki geva sær far um, at tey tá taka á seg ein váða, sum tey neyvan eru greið um.

Tað er eisini eitt slag av sosialari dumping.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo