Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað byrjaði fyri eini góðari viku síðani, tá Jenis av Rana varð spurdur av VP, um hann ætlaði at lata seg koppseta. Spurningurin kom sjálvsagt ikki úr ongum - tað gekk sum leysatíðindi, at landsstýrismaðurin í hesum ikki dróg somu línu sum landsstýrið, og tí varð hann sjálvandi spurdur. Og landsstýrismaðurin svaraði.

Hetta er síðani gjørt til, at hann tilvitað royndi at flyta fokus frá onkrum øðrum máli, sum hann eisini arbeiddi við. At hann "plantaði" søguna. Og VP spældi við.

Men tað er ikki sætt. Tað er ein konspiratiónsteori.

Síðani er landsstýrismaðurin fallin í ónáðir, bæði innanveggja í landsstýrinum, tí hann er ólýðin. Men ikki minst á sosialu netmiðlunum, har hann í meira ella minni ónærisligum vendingum verður lagdur undir bæði eitt og annað. Av fólki, sum eftir øllum at døma kenna allan sannleikan, og als ikki ivast í nøkrum.

Hann hevur fingið speirekandi, dulnevnd tíðindaskriv hongd um hálsin, har hann skal ætla at broyta navnið á høvuðsstaðnum.

Og nú, tí hann brúkar sín rætt til at praktisera mandatið, veljarin hevur givið honum, skal hann aftur ein túr ígjøgnum pressuna. Verður lagdur undir at vilja sensur, tí hann ikki vil játta stuðul til ein film, sum hann heldur vera eitt vet ov ónæriligan.

Landsstýrismaðurin man í seinastuni hava sannað, at tað er ikki sum at siga tað at hava meiningar sum bróta eitt sindur frá tí vanliga. At standa sum drangur í brimi. Sum væntað verður av tær.

Men nú man bikarið vera gott og væl fult.

Vit skulu øll vera her.

Eisini Jenis av Rana, landsstýrismaður, og tey sum hann umboðar.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo