Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Kringvarpið hevur fyri minst aðru ferð seinasta árið sagt søguna um útlendingar sum koma hendavegin at keypa sær fasta ogn. Og tað er ikki gott, tí heldur hetta fram, so er onki stað eftir til føroyingar at búgva, skilst.

Søgurnar byggja á varhuga. Ongin tøl finnast yvir, hvussu nógvar útlendingar talan í veruleikanum er um.

Sjálvandi kann tað hugsast at gerast eitt ódámligt rák, um nógv føst ogn endar á útlendskum hondum har tey, sum keypa, onga ætlan hava um at búseta seg her men bara vilja eiga eini summarhús at brúka av og á ella kanska næstan ongantíð. Pengar er ikki ein trupulleiki hjá fleiri, segði ein húsameklari.

Men bíða nú.

Tá onkur keypur er eisini onkur sum selur. At eftirspurningurin er stórur, er gott hjá teimum sum selja.

Og tað varð eisini sagt, at tað vóru ofta hús úti á bygd, har nógv hús jú standa tóm, sum stóðu ovarliga á ynskilistanum hjá hesum útlendingunum.

Tað er ongin orsøk til at mála illamann uppá veggin, serliga ikki, tá onki haldgott grundarlag er at byggja søgurnar á, men bara varhugi.

Tað er eisini vert at hava í huga, at føroyingar í nógv ár hava gjørt brúk av møguleikanum at eiga fasta ogn uttanlands, eitt nú í Spania.

Og so kemur uttan iva eisini ein tíð, har útboðið verður mettað, og prísirnir fara at falla, ikki minst tá hugsað verður um, hvussu nógv verður bygt í hesum tíðum.

Tá kann tað vísa seg gott, at ein ávísur útlendskur áhugi eisini er fyri at keypa, so føroyingar, sum ynskja tað, kunnu selja fyri ein betri prís.

Men, sjálvandi, alt við máta.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo