Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Øll ganga og skelva í brókunum, tí kinesarar ætla okkurt. Teir hava verið í Tinganesi og...ja, tað vita vit ikki, hvørji ørindini vóru. Men Kringvarpið veit, og tað hevði so mikið nógv uppá seg, at "føroyingar eiga at fáa at vita hvat tað er sum gongur fyri seg", hava vit eisini fingið at vita.

Kringvarpið gjørdi tó tann feil at gera tingini "eftir bókini" sum tíðindaleiðarin har velur at orða seg, og ikki bara siga føroya fólki tað, sum Krinvarpið veit, og sum hevur so stóran týdning, at øll hava krav uppá at verða kunnaði. Við at lata Tinganes vita, at Kringvarpið veit, opnaðist eisini møguleikin fyri at leggja út fótonglar, so søgan varð steðgað við fútabanni.

Tankarnir leita aftur til kalda kríggið, tá ymiskt hendi í loyndum og føroyskir politikarar nærmast frábóðu sær at fáa ov nógv at vita.

Hvat er tað sum kinesarar ætla? Hótta teir við handilsstongsli ímóti føroyskum laksi um vit slíta samstarvið við Huawei? Ella ætla teir at keypa Føroyar?

Tinganes veit. Og Kringarpið.

Vit onnur mugu gita.

Man freistast til at halda, at kanska hevur hetta ikki so nógv uppá seg kortini.

Ella kanska hevur tað.

Óansæð - hetta er ikki nóg gott.

Kringvarpið eigur at tæna Palliba fyrst og fremst.

Ella bara tiga.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo