Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Danir hava málað seg upp í ein krók við hóvligum tilflytarapolitikki sum nú ger, at teir noyðast at hava tamarhald á "paralellsamfeløgum" í samfelagnum. Í sjálvum sær óhugnaligt og nakað, sum vit í Føroyum tíbetur als onki kenna til.

Orsøkin til, at danskir politikarar nú vilja bera so í bandi, at alt sum verður sagt í kirkjum og samkomum av ymiskum slagi skal umsetast til danskt, er, at teir vilja forða fyri haturstalu og radikalisering, sum hevur eyðkent summi muslimsk trúarsamfeløg.

Sjálvsagt er tað hugstoytt hjá okkum føroyingum, sum ikki hava nakað ímóti at prædikað verður á útlendskum máli í samkomum herheima hjá okkum, so mikið rúmlig eru vit. Og ikki minst tá hugsað verður um, hvussu leingi danskt trokaði føroyskt úr føroysku fólkakirkjuni.

Men tá tað er sagt, so eiga vit helst at umhugsa at spæla við og hjálpa teimum, um tað er tað sum skal til, fyri at teir skulu fáa tamarhald á støðuni og fáa innlit í tær hóttanir sum møguliga krógva seg sumstaðni. Hetta er jú ein erlig roynd at verja seg, og okkum, ímóti skaðiligari haturstalu sum millum annað eggjar til yvirgangsvirksemi.

Og - hondina á hjartað - at brúka danskt í Danmark ljóðar ikki sum nakað órímuligt krav.

Júst hvussu ætlanin er at praktisera umsetingina er ikki greitt enn. Tað er ov tíðliga at siga nakað avgjørt um tað. Og, sjálvandi, lukkast tað at halda málini í ríkisfelagsskapinum uttanfyri, so er eingin trupulleiki.

Men snýr tað seg annars um at senda eitt tvítak av prædikuni til kirkjuministeriið, áðrenn prædikan verður hildin? Ella skal ein tulkur vera hjástaddur og umseta so hvørt? Tað vita vit ikki enn. Men - sum man sigur - "so be it".

Tí tað snýr seg neyvan um at banna at brúka føroyskt og onnur útlendsk mál.

Um tað verður úrslitið, so er sjálvandi orsøk at seta føtur í spenni.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo