Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er alla æru vert, at Apoteksverkið, Fólkaheilsuráðið, Politiið og aðrir stovnar og myndugleikar í næstum ætla sær undir eina herferð við herrópinum 'mynd krevur samtykki'.

Høvið er sjálvandi ábyrgdin vit øll hava av vælferðini hjá hvørjum øðrum á netinum. Hetta at ein hentleiki sum fartelefonin ikki blívur til eitt vápn ella eitt amboð til at gera øðrum ónáðir við.

Men kanska er hetta eisini eitt gott høvi at minna á, at tað bæði í fyrsta og síðsta enda eru vit sjálvi sum hava ábyrgdina av, hvussu vit bera okkum at í almenna rúminum.

Tí lógin sigur enn sum áður, at grundreglan er, at ert tú á einum almennum stað, so mást tú finna teg í møguleikanum fyri at verða avmyndað/ur. Tú mást eisini finna teg í, at myndin møguliga verður brúkt í einum miðli, sosialum, handilsligum ella øðrum, tað ger ongan mun. Tú hevur ikki krav uppá nakað sum helst, hóast vanligt kurteisi sjálvsagt eigur at vísast tí avmyndaða og møguligu ynskjunum hjá viðkomandi um ikki at vera við á nakrari mynd.

Undantøk eru sjálvandi frá grundregluni. Eitt nú um ein persónur er í eini støðu, sum hann skilliga ikki ynskir at vera í, til dømis um viðkomandi hevur verið partur í eini ferðsluvanlukku ella á annan hátt má metast at vera í eini sárbarari støðu.

Sjálvandi er tað gott at minna tey ungu og onnur á etikkin og fólkaligheitina. Hetta, ikki at gera nakað ímóti øðrum, sum tú neyvan hevði lagt í at verið útsettur fyri sjálv ella sjálvur. Og eisini tað álvarsama og ólógliga í at avmynda nakin børn.

Men tað ger væl onki um vit eisini hava í huga og kunna um høvuðsregluna sum altso er, at mynd krevur í grundini ikki samtykki, so leingi talan er um eitt alment stað, og har ongin serlig orsøk er fyri, at tú hevur krav uppá verju. 

Vit vita væl, at aktuella herferðin snýr seg um nakað nógv álvarsamari enn, at tú kanst risikera at blíva avmyndaður til eina konsert. Men at eggja til kontrol og formyndarí kann eisini blíva for nógv av tí góða. 

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo