Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað hevur jú verið uppá tal í nógv ár at tryggja ávísar samfelagsfunktiónir, soleiðis at tað ikki skal standast beinleiðis fólkaskaði av einum verkfalli.

Hvør minnist ikki tíðina áðrenn undirsjóvartunlarnar, tá eitt verkfall hjá Starvsmannafelagnum (sum tað tá æt) legði samferðsluna sjóvegis lamna og setti alla trygd í vanda, tí fólk vildu sleppa um sund og firðir fyri ein og hvønn prís og funnu aðrar loysnir tí Strandferðslan ikki sigldi? Eitt sætt undur, at ongin vanlukka hendi, tá tristar og aðrir smábátar røktu hesar farleiðir og tíbetur er tað ein farin tíð.

Herfyri vóru tað sjúkrarøktarfrøðingarnir, nú eru tað so námsfrøðingarnir.

Tá tað er verkfall fer alt upp at kóla. Men tá friður er, er onki at hoyra. Tað er tá, tað skal handlast. Tí sjálvandi skal tað ikki vera upp til eina stríðshugaða nevnd í einum fakfelag at gera av, nær onnur eru so mikið illa fyri, at undantaksloyvi skal gevast. Hvørki innan sjúkrahús- ella almannaverkið. Tann avgerðin skal takast av professionellum fólki við ongum baktankum.

Sjálvandi skulu vit virða rættin at skipa seg í fakfeløg. Og viðurkenna tey rættindi, sum feløgini hava vunnið sínum limum.

Men hondina á hjartað, er "stættarstríðið ikki vunnið", sum ein javnaðarløgmaður einaferð segði, í øllum førum tá tað kemur til fakfeløgini?

Gevur tað nakra sum helst meining, við øllum hesum smáu kongaríkjunum, sum nógv av fakfeløgunum jú eru? Hvør við síni umsiting sum limirnir gjalda fyri? Og sum jú hava ein heilt nátúrligan tørv á at markera seg við jøvnum millumbili - hvør skal siga, hygg, vit arbeiða fyri okkara løn!

Tað er jú arbeiðstakarin sum sjálvur sparir saman fyri at kunna fara í verkfall at fáa nøkur oyru omaná lønina. Men loysir tað seg? Hvussu sær tað roknistykkið út? Nú mátti nóg nógvir upplýsingar eftirhondini verið tøkir hjá onkrum klókum høvdi, so til bar at rokna uppá tað.

Hevði ikki verið skilabetri við færri og størri høvuðssáttmálum, har lagt var uppfyri, at tað er lønmóttakarin sum í longdini skal fáa sum mest burturúr? Sum man ger í øðrum londum. Ella eru føroyingar so glaðir fyri afturvendandi verkføll, og øllum tí ampanum sum harav stendst?

Neyvan!

Man tað ikki vera vanliga føroyska líkasælan sum ger seg galdandi?

Man tað ikki vera so, at meinigi lønmóttakarin letur sær hetta lynda, men í veruleikanum nógv heldur vildi havt frið til at røkt sítt arbeiði?

Og fingið sum frægast í lønarposan á ein meira siviliseraðan hátt?

Og sloppið undan at havt ringa samvitsku av at taka aðrar samfelagsbólkar, og ofta teir veikaru, sum gísla fyri at fremja egin áhugamál.

Hetta átti langt síðani at verið komið uppá pláss - og uppá ein máta, sum flest øll kunnu góðtaka. Um neyðugt við eini fólkaatkvøðu.

Tað er jú sama køkan sum skal býtast, og hon verður ikki størri av at vit í tíð og úrtíð leggja arbeiðið niður.

Heldur tvørtur ímóti.

Tað meinar VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo